Duldir vandar - opin vitan


Samband

Navn: Christian A. Djurhuus
Tlf: +298 282380
Teldupost: [email protected]
Adressa: Torfinsgøta 8

Navn: Jacob E. Poulsen
Tlf: +298 525060
Teldupost: [email protected]
Adressa: Torfinsgøta 8


Um Sporvit

Søgan

SPOR-vit er stovnað út frá einum felags tørvi: at verja fólk og náttúru frá ósjónligum vandum. Vit vita, at dálkandi evni sum arsen, PCB og blyggj ikki bara eru tøl á einum skjali – tey eru vandar, sum ávirka okkara heilsu, børn og framtíð.Hóast SPOR-vit er eitt nýtt navn, byggir okkara arbeiði á áralangar royndir innan umhvørviskanningar, byggitrygd og tøkni. Vit sameina nýggjastu kanningartólini við serkunnleika, so vit kunnu finna tað, onnur ikki síggja – og geva greið ráð, hvussu vandarnir kunnu burturbeinast ella minkast.Vit arbeiða fyri byggifyritøkur, kommunur, feløg og einstaklingar – altíð við sama mál: at tryggja eitt reint og trygt umhvørvi, bæði nú og fyri komandi ættarlið.


Vit veita gjøllar kanningar innanfyri niðanfyristandandi evni:

Lat okkum endiliga frætta um tú hevur spurningar ella ynskir eitt tilboð

PCB

PCB (Polychlorinated Biphenylar)
Eitt kemiskt evni, sum fyrr varð nógv brúkt í el-útbúnaði, málningum og isolering. PCB er sera dálkandi og kann skaða bæði heilsu og umhvørvi. Nú er tað bannað.

Asbest

Eitt steinsløg sum hevur fínar crystall fibur uppbygna, sum varð brúkt sum byggitilfar vegna hita- og eldneyðugt. Asbest er vandamikið, tí fibrurnar kunnu koma niður í lunguni og elva til álvarsligar sjúkur. Brúkið er nú strangliga regulerað/bannað.

Blýggj

Ein tungmálmur, sum fyrr varð brúktur í málningum, rørum og bensini. Blýggj er eitrað og kann ávirka heila, nervaskipan, serliga hjá børnum.

Arsen

Eitt náttúrligt grundevni, sum kann vera sera eitrað. Tað finst í nøkrum steinsløgum, vatni og kann nýtast í industri. Langtíðarávirkan kann valda heilsuskaða og kann elva til krabbamein.

Mycometer® Air

Mycometer® Air – Kanning av sopp og støv í inniluft
Við Mycometer® Air gera vit nágreiniligar kanningar av soppapartiklum og støvi í inniluftini. Hesin hátturin er skjótur, álítandi og vísindaliga góðkendur.
Vit veita frágreiðing, úrslit og greiðar tilmælir, so tú kanst tryggja eina sunna og trygga inniluft.

Mycometer® yvirflatu

Mycometer® Yvirflatu – Kanning av soppavøkstri
Við Mycometer® Yvirflatu gera vit nágreiniligar kanningar av soppavøkstri á yvirflatum, so tú fært eitt skjótt og álítandi yvirlit yvir, hvussu nógv soppur er farin at vaksa á veggjum, lofti, træi og øðrum byggitilfari.
Hesin kanningarháttur er vísindaliga góðkendur og kann brúkast bæði til at staðfesta soppavøkstur og til at eftirkanna reinsing og umvæling.Vit lata úrslit og greið tilmæli, so tú kanst tryggja reinleika, tørv og heilsugott inriklima í tínum bygningi.

Blámusoppur

Blámusoppur og fukt
Blámusoppur trívist best í fuktigum húsum og kann koma frá kuldabrúm, skeivt gjørdum dampsperrum, vánaligari útlufting ella fukt frá kjallara. Hann sæst eisini í nýggjari húsum, um luftingin ikki er góð, ella byggitilfarið hevur havt ov nógv vatn.
Vit veita, kanningar og ráðgeving, so tú fært greiða mynd av støðuni og tryggar eina góða loysn

Bygningssoppur

ygningssopp er ein soppur, sum brýtur niðureftir træ og onnur organisk tilfar í bygningum, tá tað er nóg mikið av fukt. Hann kann elva til álvarsligar skemmdir á konstruktiónini, serliga í veggum, lofti og golvum.Bygningssoppur kemur ofta í hús við fuktvanda, lekkandi tekjur, vatn í kjallara ella kuldabrúm, men kann eisini smugla seg inn í nýggjari hús, um byggitilfarið hevur verið ov vátligt ella luftingin er vánalig.Vit veita, kanningar og ráðgeving, so tú fært greiða mynd av støðuni og tryggar eina góða loysn

Flogkykt (sum fyrur)

Fyrur, eru kykt, sum eta og skaða træverk í bygningum. Teir kunnu gera stórar skemmdir, serliga í eldri húsum, karmum, bjálkum og annan bærandi trævirki. Orsøkin til, at fyrur trívast, er ofta høg fukt í træi, kuldabrúm ella óviðgjørt byggitilfar.

Co2, fukt og hita loggarir

CO₂-, fukt- og hitaloggarar
Vit nýta CO₂-, fukt- og hitaloggarar til at máta og skráseta inniklima yvir longri tíð. Loggararnir geva eina greiða mynd av luftskifti, rakastøði og hita.,
Vit kunnu avdúka trupulleikar sum vánaliga útlufting, fuktvanda, kuldabrúm og óstøðugt inniklima.Við útgreining av loggdátunum kunnu vit geva greið tilmæli til at betra um luftgóðsku, fyribyrgja soppivøkstri og tryggja eitt sunt og orkusparandi bygningarumhvørvi.

Termogarfering

Við termografering kanna vit bygningar við hitamyndatólum, sum gera ósjónligar hitabroytingar sjónligar. Hetta gevur eina greiða og skjóta mynd av hitalækum, kuldabrúm, ótøttum konstruktiónum, fuktumráðum og vánaligari isolatión.Termografering er ein skjót og skaðaleysur háttur at finna trupulleikar, áðrenn teir gerast dýrir ella heilsuskaðiligir. Vit útgreina myndirnar og geva greiðar tilmælir til umvæling og betring av hitalagnum og orkunýtsluni í bygninginum.